Evropeiska eggjagølan komin til Danmarkar eisini



Veitst tú eina søgu?

Er tað ein søga, sum ikki hevur staðið á Portalinum?
» Send inn

Ingi Samuelsen

11.08.2017 - 09:26

Tíðindi > Uttanlands > Annað

ES fer nú at kalla inn matvøruráðharrarnar í limalondunum og eftirlitsmyndugleikar til fundar í sambandi við sonevndu evropeisku eggjagøluna.

Í gjár varð staðfest, at eitraðu eggini eisini hava funnið veg til Danmarkar. Tað váttar ES-nevndarlimurin fyri heilsu og matvørutrygd, Vitenis Andriukaitis fyri Ritzau.

Milliónir av eggum eru seinastu vikurnar tikin av handilshillunum í fleiri evropeiskum londum, eitt nú Hollandi, Belgia, Danmark og Bretlandi. Hildið verður, at eggini eru dálkað við eiturevninum fipronil.

ES-lóggáva setir bann móti hesum evni til djór, ið verða brút í matframleiðslu, tí evnið er skaðiligt fyri menniskju.

Fipronil er eitt evni, ið verður brúkt móti lús og loppum. Eiturið er eftir øllum at døma komið í eggini eftir at evnið er sprænt á avgrøði í Hollandi.

Ritzau skrivar í dag, at 20 tons av eiturdálkaðum eggum eru seld í Danmark. Talan er um kókað og pilkað egg, ið eru seld til kantinur og vistveitingarfyritøkur.