Portugal vann 2-0 á Sveis í kvøld, og er nú til reiðar til HM komandi summar.
(Mynd: EPA)

Evropeiska undankappingin er næstan av: Her er eitt yvirlit

Agnar Frederiksen

10.10.2017 - 23:05

Ítróttur > Ítróttur > Fótbóltur

Tað var ikki serliga nógv uppá spæl í teimum níggju dystunum í kvøld. Talan var um seinastu dystirnar í evropeisku undankappingini.

Tað var í bólki B, okkara bólki, at mest avgerandi dysturin í kvøld var. Portugal tók ímóti Sveis, og heimaliðið noyddist at vinna fyri at enda nummar eitt í bólkinum. Sveis hevði undan dystinum vunnið allar dystirnar í bólkinum, men í kvøld vóru evropameistararnir ov sterkir. Portugal vann 2-0, og er harvið víðari til HM vegna betri málúrttøku enn Sveis. Ungarn vann 1-0 á Føroyum í Budapest, og endar harvið nummar trý. Lettland vann greitt heima ímóti Andorra.

Aðrastaðni skuldu nógv púra vilt henda, fyri at nøkur verulig broyting skuldi koma í. Í bólki C skuldi Grikkaland tapa heima ímóti Gibraltar, og Bosnia skuldi vinna í Estlandi, um Bosnia skuldi yvirhála grikkar á øðrum plássi. Bosnia gjørdi sína skyldu, men Grikkaland vann 4-0 á heimavølli, og er harvið til reiðar til playoff.

Holland skuldi vinna við sjey málum á heimavølli ímóti Svøríki fyri at yvirhála sviar í bólki A. Holland vann 2-0, men megnar ikki at spæla seg til HM á hesum sinni. Frakland vann bólkin trygt.

Nú er greitt hvørji níggju evropeisk lið hava spælt seg til HM, og hvørji átta skulu leika Playoff-dystir:
Hesi londini eru víðari:

Frakland
Portugal
Týskland
Serbia
Pólland
Ongland
Spania
Belgia
Ísland

Hesi skulu spæla playoff-dystir:

Seedað: Danmark, Sveis, Italia, Kroatia
Ikki seedað: Írland, Norðurírland, Grikkaland, Svøríki

Luktakastið til playoff-dytirnar verður um eina viku.


Bólkur A:
Frakland – Hvítarussland 2-1
Luksemburg – Bulgaria 1-1
Holland – Svøríki 2-0

Frakland 23
Svøríki 19(+ 17)
Holland(+9)
Bulgaria 13
Luksemburg 6
Hvítarussland 5


Bólkur B: 
Lettland – Andorra 4-0
Portugal – Sveis 2-0
Ungarn – Føroyar 1-0

Portugal 27(+28)
Sveis 27(+16)
Ungarn 13
Føroyar 9
Lettland 7
Andorra 6


Bólkur C:
Belgia – Kýpros 4-0
Estland 1-2 Bosnia & Herzegovina
Grikkaland 4-0 Gibraltar

Belgia 28
Grikkaland 19
Bosnia & Herzegovina 17
Estland 11
Kýrpos 10
Gibraltar 0