Sonja Jógvansdóttir og Eyðgunn Samuelsen í tinginum í gjár, tá tær framvegis vóru í sama flokki. Mynd: Jens Kr. Vang

Exit Sonja - nú er minnilutasamgonga



Veitst tú eina søgu?

Er tað ein søga, sum ikki hevur staðið á Portalinum?
» Send inn

Steinar Patursson

16.09.2015 - 07:02

Tíðindi > Samfelag & Politikkur > Landspolitikkur

Bert fáar tímar eftir fyrsta tingfundin hevur Sonja Jógvansdóttir, nýggja stjørnuskotið í føroyskum politikki, longu tikið seg úr Javnaðarflokkinum.

Um orsøkina sigur hon, at tað er málið um hjúnabandslógina, ið gjørdi, at hon ikki longur kann vera partur av Javnaðarflokkinum.

- Orsøkin til hesa støðu er, at eg sum samkynd ikki kann verða partur av einum politiskum flokki, sum í samgongusamráðingunum hevur blokerað fyri, at borgarlig vígsla hjá samkyndum verður partur av samgonguskjalinum, ella at tað yvirhøvur verður nevnt.

- Eg kann ikki verða partur av einum flokki, har tað er ein homofobiskur hugburður hjá nøkrum fáum sum ræður, tá tað kemur til rættindini hjá einum minniluta.

Sonja Jógvansdóttir sigur tó, at hon enn stuðlar samgonguni, men at tað verður sum leysgangari.

Sostatt hava vit nú eina minnilutasamgongu, tí við fráfallinum hjá Sonju Jógvansdóttir telur samgongan bert 16 tinglimir - sjey hjá Javnaðarflokkinum, sjey hjá Tjóðveldi, og so teir báðar hjá Framsókn.

Spurningurin er tó, um hvussu leingi tað verður, tí alt talar fyri, at Annika Olsen, ið herfyri fór úr Fólkaflokkinum, endar í Framsókn, og so hevði samgongan aftur talt 17 tinglimir.

Rætting 08:40: Í tíðindasending í Kringvarpinum í morgun ger Árni Gregersen greitt, at Sonja Jógvansdóttir er ikki farin úr samgonguni, og at talan er sostatt ikki um minnilutastjórn.