Eyðdis í Fámjin: - Grótið bóltar beint framman fyri bilin



Veitst tú eina søgu?

Er tað ein søga, sum ikki hevur staðið á Portalinum?
» Send inn

Snorri Brend

15.11.2013 - 13:36

Tíðindi > Samfelag & Politikkur > Samferðsla

SAMFERÐSLA: - Vit kundu í minasta lagi fingið eina veðurstøð!


Tað sigur Eyðdis Ellendersen, sum er borgarstjóri í Fámjin, - eini av teimum minnu og fjarskotnu, men tó sera vøkru bygdunum í Føroyum.

Hon veit sjálvandi alt um, hvat tað vil siga at koyra fram og aftur til bygdina alt árið eftir Fámjinsvegnum – hesum vegastrekki, sum liggur sera óhøgliga fyri, er smalt við nógvum svingum og eitt stað, har tað er skjótt at kavi legst.

Tað ringasta er kortini tað at tað er ikki heilt trygt at koyra eftir Fámjinsvegnum.

- Fólk her hava mangan upplivað, at grót er á vegnum, - ja, ikki bara grót, men sera stórir klettar viðhvørt, greiðir Eyðdis Ellendersen frá.


EITTANS YNSKI
Fámjiningar og onnur hava í áravís havt eitt ynski um betri viðurskifti at kunna sleppa av bygdini. Men enn er lítið og einki hent í so máta.

Tað stóra ynskið er at fáa ein tunnil millum Fámjin og Øravík, sum hevði gjørt tað bæði lættari og tryggari at farið frá húsum og komið aftur. Og hetta hevur eisini verið á tingborði fleiri ferðir.

Seinasta loysnin í so máta var tað uppskotið, sum í løtuni er til viðgerð í tinginum, har skotið er upp at gera ein tunnil til Fámjins og tríggjar aðrar bygdir, sum eru at kalla í somu støðu sum Fámjin, ta talan er um samferðslu: Gjógv, Tjørnuvík og Dalur.

Hetta arbeiðið skuldi eftir uppskotinum fremjast av einum sonevndum boriliði, sum ein hevði áðrenn. Hetta liðið tók sær av at gera fleiri av teimum smærru tunlunum, sum vit hava í dag. Men seinni varð tað tó niðurlagt.

Uppskotið um hetta boriliðið og teir fýra tunlarnar hevur verið til 1. viðger, og tá skiltist at tunnilin til Fámjins er ikki sleptur. Als ikki. Hann verður kortini ikki gjørdur enn á sinni, men er á tekniborðinum.

- Hendrik Old tosaði við okkum um hetta, at landið kundi keypt onkrar maskinur, ið lættliga kundu borað hesar smáu tunlarnar. Og nú hevur so Sirið Stenberg sett fram ein fyrispurning fyri okkum á , bæði um tunnil og um veðurstøð.

- Vit vóna sjálvandi at fáa eitt greitt svar um hesi bæði so týðandi viðurskiftini fyri okkum, sigur borgarstjórin í Fámjin.


FRÁFLYTING
Bygdarráðið skrivaði á sinni um at fáa eina , soleiðis at tey í minsta lagi kundu fáa koyrilíkindini á staðnum:

- Men tað fáa vit heldur ikki. Ja, heilt erliga, haldi eg, at tað er út av lagi vánaligt, at vit sum hava eitt av teimum ringastu vegastrekkjunum í Føroyum, ikki skulu hoyra koyrilíkindini.

- Vit eru eisini fleiri, ið hava sæð grót liggja á vegnum, og fólk hava eisini upplivað, at grót er komið bóltandi beint framman fyri bil teirra. Slíkt er sera skelkandi, vísir Eyðdis á.

Tá tað er sagt, so hava teir hjá Landsverki gjørt nøkur størri víkipláss á Fámjinsvegnum. Hetta er tó langt frá nøktandi, tí tað kundu verið gjørd enn fleiri. Nógva staðni er sýnið sera vánaligt, og spyrt tú fámjiningar, so er eingin ivi um, at tað átti at verðið gjørt okkurt við tað.

- Nær og um vit fáa nakran tunnil, er ilt at siga. Men tørvurin er stórur.

- Fólk eru tíverri flutt av bygdini, tí vegurin er so vánaligur. Men kom ein tunnil, hevði hann møguliga kunna minkað um fráflytingina - og kanska onkur kom til Famjins at búgva, sigur Eyðdis Ellendersen bjartskygd á málinum.


Myndir: Fámjinsvegurin liggur høgt og óhøgligt, og tí er ynski at fáa ein tunnil til bygdina. Hann kann koma at liggja, har sum tann svarta strikan gongur, tætt við verandi landsveg.