Dave Mckinney (Mynd: Troll Finger Expedition)

Fyrsta royndin eydnaðist ikki: Bíða nú eftir líkindum

Sverri Egholm

22.07.2016 - 11:08

Tíðindi > Mentan > Frítíðarítriv

Absalon Eysturoy sum við trimum monnum úr Nýsælandi hava ætlanir um at klintra upp á Trøllkonufingur var í gjár noyddur bróta túrin av.

Tað var á middegi at teir byrjaðu uppá túrin. Tað gekk væl, men veðurlíkindi gjørdust heldur vánalig og nógv vata kom úr berginum. Tá teir vóru komnir góðar 65 metrar upp avgjørdu teir at gevast, sigur Absalon Eysturoy við jn.fo.

Á Facebooksíðuni verður skrivað, at tá teir høvdu valt at gevast, kom ein klintrari við báti til trøllkonufingur fyri at vita hvussu stóð til. Hann bjóðaði at sigla teir heim.

-Tað var heldur ókyrt og tað var eitt sindur dramatiskt eina løtu at koma í bátin, men allir komu trygt og turt í land seint í gjárkvøldið, verður skrivað.

Men tað verður ikki í bræði at teir sleppa at gera eina roynd aftur. Veðurforsøgnin sigur regn komandi dagarnar, men einaferð seint í næstu viku ferð møguliga at bera til.

Túrurin upp kemur at taka eini 2-3 samdøgur. Teir hava útgerð við, soleiðis at teir kunnu sova í berginum.

Tað eru Jack Grinsted, Dave Mckinney, Jason Blair og Absalon Esturoy, sum eru við á túrinum.