Savnsmynd (Mynd: Jens Kr. Vang)

Eydnaðist ikki SAS at lenda við jólagestum

Sverri Egholm

22.12.2017 - 15:45

Tíðindi > Flogferðsla

Tað eydnaðist ikki flogfarinum hjá SAS at lenda í Vágum um middagsleitið í dag.

Flogfarið við jólagestum úr Danmark fleyg yvir Føroyum í einar 15-20 minuttir, og so varð avgerð tikin at flúgva til Keypmannahavnar aftur.

Annars skuldi sama flogfar úr Vágum nakað aftaná middag, men tað flogfarið er eisini avlýst.

Fýra onnur flogfør eru lend í Vágum í dag. Atlantic Airways eigur øll fýra.

Les eisini: Seinastu jólagestirnir komnir