(Mynd: Tórshavnar kommuna)

Eyðun á Borg fekk Grønu virðislønina frá Tórshavnar kommunu



Veitst tú eina søgu?

Er tað ein søga, sum ikki hevur staðið á Portalinum?
» Send inn

Oda Strøm

14.05.2018 - 10:25

Mentan > Heilsa & Umhvørvi > Umhvørvi & umhvørvisfelagskapir

Tórshavnar kommuna letur á hvørjum ári umhvørvisstuðul til verkætlanir, sum menna vitanina um umhvørvið, virka dálkingarfyribyrgjandi, virka orku- og tilfeingissparandi, verja landsløg, djóra- og plantusløg og kunna almenningin um umhvørvisviðurkskifti. Í ár fingu verkætlanir um “tilfeingi” stuðul.

Tríggjar umsóknir fingu tillutað stuðul frá Tórshavnar kommunu í ár.

Lítli skúli fær 25.000 kr., Eigarafelagið í Tórsbyrgi, Lágargarður, Boðanesheimið og grannar fáa 75.000 kr., og náttúrulærararnir í Eysturskúlanum fáa 75.000 kr.

Í ár varð Grøna virðislønin hjá Tórshavnar kommunu latin Eyðuni á Borg.

Kommunan skrivar á heimasíðuni, at Eyðun hevur verið ein hornasteinur í undirvísing og verkligari læru um náttúruna í starvi sínum í Argja Skúla. Við sínum nærlagni og alski til náttúruna hevur Eyðun lært børnini og foreldur teirra at sýna náttúruni størri virðing. Seinastu mongu árini hevur Eyðun gróðursett trø saman við skúlabørnum á Argjum. Børnini í fyrsta flokki í Argja Skúla og nú Skúlanum á Argjahamri, hava hvør sær gróðursett eitt træ, sum tey ansa væl eftir. Børn, sum í dag eru vaksin, kunnu vísa á træið, ið tey hava stungið í moldina, og eru tey í iva, ber altíð til at spyrja Eyðun. Hann hevur skrásett yvirlit yvir hvønn runn.