Undir skurðviðgerðini varð ein roynd gjørd hvussu tað riggaði. Eyðun kláraði her ikki at halda tárunum aftur av gleði (Kvf)

Eyðun Ásason: - Havi fingið eitt virðiligt lív aftur



Veitst tú eina søgu?

Er tað ein søga, sum ikki hevur staðið á Portalinum?
» Send inn

Sverri Egholm

08.02.2018 - 23:36

Tíðindi >

- Eg havi fingið eitt virðiligt lív aftur, tað er heilt sikkurt.

Tað segði Eyðun Ásason í dokumentarsendingini “Eitt meiri virðiligt lív“ í sjónvarpinum í kvøld.

Annar partur av sterku sendingini um Eyðun Ásason, sum hevur verið ígjøgnum eina skurðviðgerð fyri sjúkuna parkinson, varð send í kvøld.

Í sendingini fylgdu vit tvøramanninum fara gjøgnum vandamiklu skurðviðgerðina á Ríkissjúkrahúsinum í Keypmannahavn, og dagarnar eftir, har elektrodirnar hann fekk sett í heilan verða tillagaðar.

Skurðviðgerðin var gjørd í 31. oktober í 2017, og eydnaðist sera væl.

22. januar í ár vóru tey bæði Dagmar Joensen-Næs og Jens Jákup Hansen, sum hava gjørt sendingina, aftur á vitjan hjá Eyðuni Ásasyni, og tað var ein heilt annar maður, tey møttu.

- Tað, at liva eitt lív uttan medisin er heilt fantastiskt. Heilt ótrúliga lekkurt. Og tað eg havi kunnað verið fyri familjuna hjá mær er heilt ótrúliga lekkurt eisini, segði Eyðun Ásason í sendingini.

- Fyrr gjørdi medinsin at eg var í jøvnum trippi, sum lykkepillarar, so eg hevði tað altíð javnt gott, uttan at hava tað gott í veruleikanum. Nú hevur man vanligar upp og niðurtúrar, sum man eigur at hava sum menniskja.

- Upp og niðurtúrar, tað er tað sum ger teg livandi. Og tað eri eg glaður fyri at blíva, livandi, segði Eyðun Ásason.

Síggj fyrru sendingina her

Síggj seinnu sendingina her