Savnsmynd (Mynd: Jens Kr. Vang)

Eyðun gevst sum B36 venjari

Niels Petersen

17.10.2016 - 22:33

Ítróttur > Ítróttur > Fótbóltur

Høvuðsvenjarin hjá B36 seinastu tvey árini, Eyðun Klakstein hevur í kvøld boðað B36 leikarunum frá, at heimadysturin móti TB leygardagin verður hansara seinasti sum venjari í B36.

Hetta váttar Eyðun Klakstein sjálvur fyri in.fo í kvøld.

Eyðun Klakstein tók við venjarastarvinum eftir Sámal Erik Hentze í januar 2015, og vann meistaraheitið fyrsta árið. Í ár hevur liðið verið meira óstøðugt, og so hava teir verið raktir av fleiri skaðum enn tey bæði árini teir hava vunnið meistaraheitið.

Fyrr í kvøld kundi Rúni Herup Olsen, formaður í B36 vátta fyri Portalinum, at hjálparvenjarin seinastu tvey árini, Jákup á Borg verður partur av venjaratoyminum komandi ár. Men formaðurin vildi ikki siga nakað annað fyrr enn á ársveitsluni leygarkvøldið.

Tað er tó rættuliga sannlíkt, at hann verður maðurin sum kemur at standa á odda fyri besta liðnum hjá B36. Og tað er onki løgið í tí, tí Jákup livir og andar B36, hann er vanur at ganga á odda, kennir leikararnar, og teir kenna hann. Valið er upplagt.