Mynd: Skála

Eyðun Klakstein nýggjur Skála-venjari

Sverri Egholm

24.10.2017 - 22:33

Ítróttur > Ítróttur > Fótbóltur

Skála boðar í kvøld frá, at Eyðun Klakstein er settur nýggjur venjari hjá felagnum. Hann loysir Paula Poulsen av, sum eftir trý og eitt hálvt ár ikki ynskti at halda fram.

- Følarar blivu sendir út innanlands, og eisini varð lúrt útum landoddarnar. Tó vóru vit í Skála ÍF samd um, at í tí føroyska fótbóltslandslagnum var Eyðun Klakstein tann, vit allarhelst kundu hugsað okkum at fingið fatur á, tí vit mettu at hann vildi passa væl til okkara felag, og tær ætlanir vit hava frameftir, skrivar Skála í tíðindaskrivi.

- Eftir at hava brúkt væl av tíð uppá at tosa um væntanir, møguleikar, útlit og ætlanir, og har vit hava brúkt tíð uppá at avstemma okkara ynskir og forvæntningar, hava vit í Skála ÍF og Eyðun Klakstein skriva undir sáttmála, soleiðis at Eyðun Klakstein nú er settur í starv sum venjari hjá Skála ÍF fyri kappingarárið 2018.

Eyðun Klakstein hevur áður staðið á odda fyri fremsta liðnum hjá KÍ, og í kappingarárunum 2015 og 2016 var Eyðun høvuðsvenjari hjá B36, og eydnaðist honum at føra B36 til allan vegin til FM heitið í 2015. Kappingarárið 2017 valdi Eyðun at taka ein steðg frá venjarayrkinum, men nú er Eyðun klárur til at taka við avbjóðingini aftur.

– Skála hevur arbeitt miðvíst fram ímóti at staðfesta støðuna sum lið í bestu deildini, og hetta hevur lukkast væl. Felagið hevur eitt sterkt lokalt grundarlag, úrslit og avrik hava verið góð, og eg gleði meg til uppgávuna at føra felagið víðari, sigur Eyðun Klakstein.

Felagið endaði á sætta plássi í Effodeildini í ár við 33 stigum.