Eyðun Nolsøe: Ein føgur jólaheilsan til okkum øll, óansæð trúgv, húðalit og status

Hallur av Rana

25.12.2014 - 22:19

Tíðindi > Mentan > Tónleikur

Portalurin hevur spurt ymisk fólk úr føroyska tónleikalívinum, um tey ynskja at deila tríggjar jólasangir nú jólini eru her.

Hesa ferð er tað sangari og tónleikarin Eyðun Nolsøe, ið hevur valt trý løg.

Happy X-mas - John Lennon.
Eitt plettskot. Lagið er vakurt og orðini ósentimental og rúmlig. Ein føgur jólaheilsan til okkum øll, óansæð trúgv, húðalit og status.

Til ber at hoyra John Lennon syngja Happy X-mas undir greinini.

O Come all ye faithful - Adeste Fideles/John Reading
Sálmur úr 1700 talinum.
Eg fall fyri útgávuna hjá Art Garfonkel, sum er serstakliga vøkur og innilig.

Trýst á her fyri at hoyra O Come all ye faithful.


Jóladreymur - Terji Rasmussen/Anker Eli Petersen
Sera vakurt lag hjá Terji, eins og Anker Eli hevur eina hepna hond við orðunum sum altíð.

Happy Xmas