Eygnavitni: - Fullkomið kaos í Stockholm

Jens Hákun Leo

07.04.2017 - 13:31

Tíðindi > Uttanlands - Norðurlond

Ein lastbilur koyrdi seinnapartin inn í eina mannamúgvu í Drottninggatan, sum er stóra shoppinggøtan, ið liggur í hjartanum av Stockholm.

Sambært Aftonbladet koyrdi lastbilurin ”ókontrollerað” og rakti fleiri persónar, áðrenn hann rendi inn í eina handilsmiðstøð.

Leif Arnmar, sum arbeiðir á Åhlens Storcenter í Stockholm, sigur í hesum sambandi, at ein lastbilur koyrdi inn í parfumedeildina í handilsmiðstøðini.

- Her er totalur forvirringur. Eg veit ikki, hvussu nógv eru komin til skaða. Nógv fólk eru heilt skelkað. Tað er fullkomið kaos í býnum, sigur Arnmar millum annað við SVT, svenska kringvarpið.

Tíðindi, sum enn ikki eru váttað, vilja vera við, at trý fólk eru deyð. 

Seinasta nýggja er, at løgreglan hevur illgruna um, at talan er um eitt yvirgangsálop.