Eygnavitni: Logarnar stóðu upp úr tekjuni – øgiligur roykur

Ingi Samuelsen

09.06.2017 - 10:30

Tíðindi > Suðuroy - Tvøroyri

- Eg eri bangin fyri, at meginparturin av tí gamla partinum av Varðanum Pelagic, altso tað gamla flakavirkið, er futtaður av.

Soleiðis sigur Jóannes Eidesgaard, fyrrverandi løgmaður, sum býr beint oman fyri Varðan Pelagic á Tvøroyri.

- Roykurin er øgiligur. Hann liggur tvørtur um fjørðin, beint móti saltsiluni, og eg skilji á lagnum, at tey merkja hann hinumegin fjallið, í Famjin eisini, sigur Jóannes Eidesgaard.

Tá vit tosaðu við hann í telefonini var hann staddur á Hvalbiar skúla har hann fekk ein kaffimunn. Tá hann fekk boð um at fara heimífrá, koyrdi hann inn til Trongisvágs. Komin áraka viðarlundina inni í Trongisvági, møtti hann einum skúlaflokki av skúlanum í Hvalba, sum hevði verið útferð á Tvøroyri.

- Tey manglaðu fart til Hvalbiar aftur, so eg gók nøkur børn upp í bilin.

Jóannes brúkar nógv av síni tíð sum ’reiðari’ á Thorshavn.

Thorshavn liggur í løtuni við Tjaldarvíkshólk, har umleið 25 5. floksnæmingar av Tvøroyrar skúla eru umborð.

- Tey fóru ein túr við næmingum í morgun. Í løtuni liggja tey trygg og bíða eftir umstøðunum. Um tey sigla til Vágs við næmingunum, ella tey bara bíða, vita vit ikki reiðiliga enn, sigur Jóannes Eidesgaard.