Mynd: EPA

Eygnavitni: - Ruðuleiki og ræðsla valdaði á Champs Élysées



Veitst tú eina søgu?

Er tað ein søga, sum ikki hevur staðið á Portalinum?
» Send inn

Jens Hákun Leo

21.04.2017 - 06:55

Tíðindi > Uttanlands - Yvirgangur

Í gjárkvøldið varð, so sum vit eisini skrivaðu í gjárkvøldið, ein løgreglumaður skotin til deyðis á Champs Élysées í miðbýnum í París, tá ið ein bilur kom koyrandi framvið, og ein maður steig út úr honum og byrjaði at skjóta. Harumframt varð eisini ein annar løgreglumaður særdur í hesum viðfangi.

Hendan hendingin skakaði, sum vera man, tey, sum vóru stødd í økinum:

- Eg sá tríggjar persónar koma koyrandi í einum Audi. Teir byrjaðu at skjóta ímóti løgregluni og drupu ein av politistunum, sigur Alex Fofana, sum var staddur beint við, tá ið hendingin fór fram.

Løgreglan svaraði aftur og drap tann, sum verður hildin at vera gerningsmaðurin, skriva útlendskir miðlar í hesum sambandi.

Almikil ruðuleiki og ræðsla valdaði í kjalarvørrinum av skjótingini.

- Eg kom gangandi eftir Champs Élysées, á hinari síðuni á gøtuni, tá ið eg hoyrdi tað fyrsta skotið, sum Amine, sum eisini var eitt av vitnunum til hendingina.

Hon sigur víðari, at...

- Instinktivt vendi eg mær ímóti ljóðinum og hoyrdi so hini skotini. Eg sá mannin fella til jarðar. Hareftir sá eg løgregluna tryggja økið. Har vóru fólk, sum runnu runt allastaðni. Har valdaði ruðuleiki og ræðsla.

Francois Hollande, franski forsetin, segði í aðrar mátar á einum tíðindafundi í gjárkvøldið eftir skjótingina, at umstøðurnar týða uppá, at talan er um eina yvirgangsgerð.

- Vit líta á løgregluna og vísa okkara solidaritet. Eg eri djúpt óeydnusamur í kvøld og vísi djúpastu samkenslu við familjuni hjá løgreglumanninum, segði Hollande hesum viðvíkjandi á tíðindafundinum í gjárkvøldið.