(Mynd: estunlar.fo)

Eysturoyartunnilin tekur skap

Ari av Rana

11.12.2017 - 16:24

Tíðindi > Samfelag & Politikkur > Samferðsla

Partafelagið Eystur- og Sandoyartunlar skrivar á facebookvanga sínum, at arbeiði at gera Eysturoyartunnilin gongur væl. Í síðstu viku vórðu sprongdar 28 metrar á Hvítanesi og 20 metrar á Strondum.

Harumframt er fyrsti brunnurin nú gjørdur liðugur á Hvítanesi, og áleið helvtin av rundkoyringini er liðugt gjørt.

Teinurin frá rundkoyringini til Strendur er liðugt sprongdur, og samstundis sum rundkoyringini verður liðugt gjørd, verður byrja at bora móti Rókini og Hvítanesi.

Tað gongur eisini væl at koma niður á teir -187 metrarnar, har tunnilin er djúpast. Tunnilin á Hvítanesi er nú komin niður á -52,5 metrar, meðan rundkoyringin er á -71,9 metrar.

Samanlagt eru nú boraðar 3107 metrar. 1482 metrar eru boraðar á Hvítanesi, og 1625 metrar á Strondum.