Eysturoyingur vann sera spennandi róður

Ingi Samuelsen

02.07.2016 - 16:04

Ítróttur > Ítróttur > Kappróður

10-mannafarsróðurin á Jóansøku í dag var sera, sera spennandi. Eysturoyingur vann, tá komið var á mál, men Eysturoyingur lá als ikki til at vinna í byrjanini av róðrinum.

Teir fýra bátarnir Eysturoyingur, Havnarbáturin, Drekin Reyði og Ormurin Langi vóru sera javnir, og bátarnir skiftust alla tíðina um at liggja á odda.

Men tá samanum kom var tað Eysturoyingur, sum helt bestu ferðina og vann tá samanumkom ein tryggan sigur. Eysturoyingur hevur sostatt vunnið allar

Úrslitið:
1. Eysturoyingur 04.44,20
2. Ormurin Langi 04:45,24
3. Havnarbáturin 04:46,02
4. Drekin Reyði
5. Suðuroyingur