Eysturríkarar framum beint fyri hálvleik

Ingi Samuelsen

07.10.2016 - 16:21

Ítróttur > Ítróttur > Fótbóltur

Nú er hálvleikur á Svangaskarði í U21 dystinum millum Føroyar og Eysturríki.

Og føroyingarnir hanga við høvdinum. Tí eftir ein rímiliga góðan fyrra hálvleik, so eydnaðist tað eysturríkarum at skora beint áðrenn støðgin.

Málið kom í 43. minutti, tá Christian Schoissengeyer leyp upp og stútaði eitt horna í høgru síðu í føroyska málið.

Spell, tí føroyingar hava havt onkran góðan málmøguleika í fyrra hálvleiki.