(Mynd: teamtalk.com)

FA Cup: Flestu stórfeløgini fingu lætta mótstøðu

Ari av Rana

08.01.2018 - 23:11

Ítróttur > Ítróttur > Fótbóltur

Lutakastið til fjórðu rundu í FA Cup var hildið í kvøld. Flestu av teimum stóru feløgunum í Onglandi fingu lutfalsliga lætta mótstøðu.

Manchester United, sum hevur vunnið kappingina 12 ferðir, skal spæla á útivølli móti Yeovil, sum spælir í fjórðu bestu deildini. Yeovil er liðið, sum er mett at verða veikasta liðið, sum er eftir í kappingini.

Tottenham skal eisini á vitjan hjá einum liði úr fjórðu bestu deildini, tá teir spæla ímóti Newport. Tað sama skal oddaliðið í Manchester City møguliga. Manchester City skal spæla ímóti vinnaranum av Mansfield, sum spælir í fjórðu bestu deildini, ella Cardiff úr næst bestu deildini.

Í minsta lagi tveir dystir verða spældir millum feløg úr bestu deildini. Liverpool taka ímóti West Bromwich, meðan Southampton tekur ímóti Watford.

Newcastle skal spæla ímóti vinnaranum av Chelsea ella Norwich, sum spælir í næst bestu deildini. Bournemouth og West Ham skulu spæla ímóti hvør øðrum, um tey megna at vinna á ávikavist Wigan og Shrewsbury.

Dystirnir í fjórðu rundu av FA Cup eru:

Liverpool vs West Brom
Peterborough vs Fleetwood or Leicester
Huddersfield vs Birmingham
Notts County vs Wolves or Swansea
Yeovil vs Manchester United
Carlisle or Sheffield Weds vs Stevenage or Reading
Cardiff or Mansfield vs Manchester City
MK Dons vs Coventry
Millwall vs Rochdale
Southampton vs Watford
Middlesbrough vs Brighton or Crystal Palace
Bournemouth or Wigan vs Shrewsbury or West Ham
Hull vs Nottingham Forest
Newport County vs Tottenham
Norwich or Chelsea vs Newcastle
Sheffield United vs Preston