(Mynd: EPA)

FA Cup: Grannadystur í Liverpool

Ari av Rana

04.12.2017 - 20:40

Ítróttur > Ítróttur > Fótbóltur

Í dag varð lutakast um hvørji lið skulu dystast í triði rundu í ensku steypakappingini FA Cup. Triða rundan er serliga áhugaverd, tí at tá koma tey síðstu liðini við í kappingina, t.v.s. at millum annað stór liðini veru við í lutakastinum.

Og longu í triðju rundu verður ein tann kendasti grannadysturin í heiminum á skránni, tá Liverpool tekur ímóti Everton á Anfield. Tað er 18. ferð, at liðini dystast í FA Cup. Seinastu 10 ferðirnar liðini hava møtt hvør øðrum í kappingini, hevur Liverpool vunnið seg víðari.

Manchester City móti Burnley og Crystal Palace og Brighton & Hove Albion eru hinir dystirnir, har bæði liðini sum dystast spæla í bestu ensku deildini.

Vinnararnir í fjør, Arsenal, fara á vitjan hjá Nottingham Forest, Manchester United spælir heima ímóti Derby County, Tottenham tekur ímóti AFC Wimbledon, meðan Chelsea spæla á útivølli ímóti Norwich.