Wilfried Bony og Jordan Ayew skulu royna at tryggja Swansea víðari luttøku í FA Cup í kvøld (Mynd: EPA)

FA Cup umdystir verða spældir í kvøld

Ari av Rana

06.02.2018 - 17:23

Ítróttur > Ítróttur > Fótbóltur

Tríggir dystir verða spældir í ensku FA Cup steypakappingini í kvøld. Teir tríggir dystirnir eru umdystir, eftir at liðini spældir javnleikir seinast tey møttust.

Í Birmingham tekur Birmingham ímóti Premier League felagnum Huddersfield Town. Fyrri dysturin millum liðini endaði við 1-1 javnleiki á leikvøllinum hjá Huddersfield.

Huddersfield liggur næst aftast í bestu ensku deildini, og hevur tapt teir seinastu fimm dystirnar í bestu ensku deildini. Birmingham stendur seg heldur ikki væl í ár, og liggja á 19. plássi í næst bestu ensku deildini.

Í Wales tekur Swansea ímóti Notts County. Eisini her endaði fyrri dysturin við 1-1 javnleiki. Tað verður ein torførur dystur hjá Notts County, sum møtir einum Swansea liðið, sum hevur tikið annað skinn um bak. Eftir at hava staðið seg illa meginpartin av árinum, er tað nú fimm dystir síðani at Swansea seinast tapti. Síðani tá hava teir eitt nú vunnið á Liverpool og Arsenal.

Notts County spælir í fjórðu bestu ensku deildini, og hóast teir berjast um at flyta upp, má hetta metast at verða ein sera torfør uppgáva.

Síðsti dysturin í kvøld er ímillum Rochdale og Millwall. Rochdale spælir í triðju bestu deildini, har teir í løtuni liggja til at flyta niður. Teir taka ímóti Millwall, sum liggur trygt mitt á stigatalvuni í næst bestu deildini. Fyrri dysturin millum liðini endaði við 2-2 javnleiki, eftir at Millwall javnaði í síðstu minuttunum.

Dystirnir í kvøld:

Birmingham – Huddersfield (kl. 19:45)

Rochdale – Millwall (kl. 19:45)

Swansea – Notts County (kl. 20:05)