(Mynd: EPA)

Fabian Cancellara úti

Ingi Samuelsen

07.07.2015 - 07:55

Ítróttur > Ítróttur > Súkkling

Sveisiski súkklarin Fabian Cancellara er nú farin úr Tour de France-kappingini. Ein vitjan á sjúkrahúsi í gjár staðfesti, at súkklarin brákaði sær tveir rygggeislar í ógvusliga fallinum á triðja túri í Belgia í gjár.

Ongin ivi var um, at han píndist illa, tá hann í gjár valdi at fara upp á súkkluna aftur og berja seg í mál 12 minuttir eftir vinnaran í gjár.

Hann varð beinanvegin koyrdur á sjúkrahús til kanningar til kanningar og skanningar, og tey staðfestu, at talan var um brák á tveir geislar í rygginum.

Eftir kappingina sunnudagin, kundi Cancellara lata seg í gulu leiðslutroyggjuna fyri 29. ferð, men fekk bert høvi at súkkla í henni í ein dag, áðrenn hann mátti melda seg úr kappingini.

Les eisini: Spanskur sigur í villari súkklukapping

Í dag verður fjórði teinur í Tour de France súkklaður úr Searing í Belgia til Cambrai í Norðurfraklandi.