Færri fáa staðfest ebola

Hallur av Rana

15.01.2015 - 19:40

Tíðindi > Uttanlands > Annað

Ymiskt bendir á, at umfarssjúkan ebola hevur rokkið sítt hæddarpunkt. Altjóða heilsustovnurin undir ST, WHO, upplýsir, at í teimum trimum londunum, ið eru harðast rakt av sjúkuni, Sierra Leona, Liberia og Guinea, er talið av fólkum, ið fáa staðfest ebola, tað lægsta í fleiri mánaðir. Tað skriva Ritzau tíðindastovan.

Í Sierra Leona og Guinea er talan um lægsta talið av tilburðum síðani august, meðan tað í Liberia ikki hava verið so fáir tilburður síðani í juni.

Sambært skrásetingini hjá WHO, so hevur sjúkan, ið hevur rakt stórar partar av Vesturafrika, kravt lívið av 8249 fólkum og smittað 21.296 fólk.

Aðalskrivarin í ST, Ban Ki-moon hevur áður sagt, at hann vónaði at heimurin megnar at basa umfarssjúkuni mótvegis sumri í 2015, men WHO vil ikki seta eina tíðarfreist á nær stríðið er av.

- WHO vónar, at endi fæst á Ebola skjótast gjørligt í teimum raktu londunum, Sierra Leona, Libera og Guinea, sigur ein talskvinna fyri WHO, Winnie Romeril, við AP tíðindastovuna og leggur aftrat.

- WHO ger ongar meting um nær tað fer at eydnast at basa Ebola, men tað krevur at øll samfeløg brúka tær umstøður og amboð, ið tey hava.



beint nú