Savnsmynd: Kiran Jóanesarson

Fagraberg byrjaði at landa svartkjaft til Havsbrún í morgun



Veitst tú eina søgu?

Er tað ein søga, sum ikki hevur staðið á Portalinum?
» Send inn

Kiran Jóanesarson

23.04.2018 - 10:21

> Tíðindi > Føroyar

Uppsjóvarskipið Fagraberg slapp framat at landa hjá Havsbrún klokkan átta í morgun.

Fagraberg hevur fiskað svartkjaft sunnanfyri Føroyar, og fiskiskapurin hevur verið góður.

Upplýst verður, at teir hava 2400 tons av svartkjafti, sum teir skulu landa til Havsbrún, har svartkjafturin verður framleiddur til fóður.

Fagraberg kom á Fuglafjørð í gjár, og áðrenn teir sluppu framat, skuldi Tróndur í Gøtu landa.