(Mynd: Sverri Egholm)

Fakfeløgini leggja almenna kervið lamið í mánadagin

Ingi Samuelsen

12.01.2018 - 12:36

Tíðindi > Samfelag & Politikkur > Arbeiðsmarknaður

Um samráðingarnar millum Føroya Pedagogfelagið og almennu arbeiðsgevararnar ikki bera á mál um vikuskiftið, fara flestøll feløgini við sáttmála við tað almenna í 24 tíma samhugaverkfall mánadagin.

Á middegi var eitt vælmannað lið av umboðum fyri 21 fakfeløg á vitjan hjá Kristinu Háfoss, landsstýriskvinnu, í Tinganesi, har tey hvør sær boðaðu frá teimum samhugatiltøkum, ið verða sett í verk frá mánadegnum at rokna.

Feløgini eru
Starvsmannafelagið
Føroya Handverkarafelag
Landsfelag Handverkaranna
Føroya Skipara og Navigatørfelag
Føroya Tekniska Lærarafelag
Ljósmøðrafelag Føroya
Bioanalytikarafelagið
Havnar Arbeiðskvinnufelag
Felagið føroyskir Sjúkrarøktarfrøðingar
Maskinmeistarafelagið
Føroya Lærarafelag
Fysioterapeutfelag Føroya
Heilsuhjálparafelag Føroya
Heilsurøktarafelagið
Ergoterapeutfelagið
Magistarafelag Føroya
Yrkisfelagið Miðnám
Føroya Verkfrøðingafelag
Føroya Byggifrøðingafelag
Arkitektafelagið

Eisini pedagogfelagið til staðar á fundinum, og Jógvan Philbrow, formaður nýtti høvið at boða landsstýriskvinnuni frá, at felagið frá mánadegnum fer at herða verkfallið og at taka fleiri av undantøkunum, sum nú eru galdandi

(Broytt - nøvnini á feløgunum - kl. 14.04)