(Savnsmynd: Jens Kr. Vang)

Fakfeløgini umrøða at seta onnur tiltøk í verk

Ari av Rana

09.01.2018 - 12:59

Tíðindi > Samfelag & Politikkur > Arbeiðsmarknaður

Á kunnandi fundi í Smæruni í dag kl. 16, fer fakfelagssamstarvið at umrøða støðuna, har Føroya Pedagogfelag er í verkfalli og verkbanni sum úrslit av samráðingunum millum felagið øðrumegin og lønardeildina hjá fíggjarmálaráðnum og Kommunala Arbeiðsgevarafelagnum hinumegin.

Súni Falkvards Selfoss, formaður í Starvsmannafelagnum, sigur, at tað fyrst og fremst er verandi støðan, sum verður umrødd. Tó fer fakfelagssamstarvið eisini at umrøða, um onnur fakfeløg eisini eiga at seta tiltøk í verk, sigur Súni við Kringvarpið.

Tiltøkini, sum kunnu koma uppá tað, eru eitt nú mótmælisgongur og samhugaverkfall.