Kim Wall (t.v.) Mynd: Malin Angelica Franzén

Familjan segði sítt síðsta farvæl við Kim Wall

Ari av Rana

06.06.2018 - 10:22

Tíðindi > Svøríki

Fríggjadagin varð kórseting fyri svensku tíðindakvinnuni Kim Wall. Kórsetingin varð hildin tætt við heimið hjá foreldrunum í Kim Wall Memorial Park, sum er gjørd fyri at minnast ungu kvinnuna tætt við Trelleborg í Svøríki.

- Í gjár søgdu vit okkara síðsta farvæl við okkara elskaðu Kim. Tað var eitt fínt og virðiligt minningarhald uttandura í framúr veðri. Fólk kom frá nær og fjar at siga farvæl. Ein stór og innilig tøkk til øll, sum á ymsan hátt tóku lut í okkara síðsta farvæl, skrivaði mamman Ingrid á Facebook leygardagin.

Millum tey luttakandi var Jens Møller Jensen, varakriminaldeildarleiðari hjá løgregluni í Keypmannahavn. Meðan drápskanningarnar vórðu gjørdar koyrdi Jens Møller Jensen fleiri ferðir til Trelleborg fyri persónliga at kunna foreldrini hjá Kim Wall um tað nýggjasta í sakini, skrivar TV2.

30 ára gamla Kim Wall varð myrd av Peter Madsen 10. august í fjør, tá hon var við á kavbátinum Nautilus hjá danska rakett- og kavbátabyggjaranum.