Annika Olsen. Mynd: Jens Kr. Vang

Familjumál mugu yvirtakast sum skjótast



Veitst tú eina søgu?

Er tað ein søga, sum ikki hevur staðið á Portalinum?
» Send inn

Steinar Patursson

07.04.2016 - 16:46

Tíðindi > Samfelag & Politikkur > Landspolitikkur

Annika Olsen, tingkvinna fyri Fólkaflokkin, heldur lítið um tað, at samgongan ikki ætlar at formliga yvirtaka málsøkið persóns-familju- og arvarætt fyrr enn í 2018.

Annika Olsen vil í lesarabrævi í dag vera við, at grundgevingin hjá samgonguni um, at tað tekur tíð, tí at fyrireikingar skulu gerast, og tingingar við donsku stjórnina skulu fáast upp á pláss, er bert uttanumtos, tí yvirtøkulógin frá 2005 ger greitt, at málsøkið kann yvirtakast, tá Føroyar ynskja tað.

Og ov nógvar føroyskar familjur koma í trupulleikar av afturútsigldari lóggávu, metir Annika Olsen.

- Tað gerst bara meiri greitt fyri hvønn dag, hvussu trupult tað er, at økið er felags. Fyri hvørja lítla lógarbroyting, ið skal gerast, krevst samráðingar við danskar myndugleikar og síðani ríkislógartilmæli, sum skal leggjast fyri tingini bæði.

Millum annað vísir Annika Olsen á, at meðan danska foreldraábyrgdarlógin gevur báðum foreldrum eins skyldur og ábyrgd mótvegis barninum, so ger okkara foreldramyndugleikalóg ikki tað sama í eins stóran mun. Og fyri at bøta um hetta á besta hátt, er neyðugt at yvirtaka málsøkið.

- Tann danska foreldraábyrgdarlógin er tó ikki lýtaleys, og tí skulu vit ikki bara kopiera hesa donsku lógina, men smíða eina føroyska lóggávu, sum er tillagað føroysk viðurskifti, har rættindi hjá barnium eru í hásæti, rætturin til bæði foreldrini. Hetta kunnu vit tíverri ikki so leingi, sum málsøkið er felags, skrivar Annika Olsen.

Les lesarabrævið hjá Anniku Olsen her.