Tunlarnir norð um Fjall eru gjørdir í 1967 (Savnsmynd)

Famjinstunnilin seinkar ikki tunlunum norð um Fjall stórvegis

Sverri Egholm

07.02.2018 - 15:37

Tíðindi > Samfelag & Politikkur > Landspolitikkur

Ein lutfalsliga stuttur tunnil á 850 metrar til Fámjins fer ikki at ávirka tunnilsverkætlanina norð um Fjall stórvegis. Tað sigur Henrik Old, landsstýrismaður í samferðslumálum.

Landsstýrismaðurin segði í svari upp á munnligan fyrispurning frá Jacob Vestergaard, at tá arbeiðið at bora Hvalbiartunnilin verður boðið út, verður eisini biðið um at bora tunnil til Fámjins.

Men fólk í Norðoyggjum kenna seg sviknan, tí tunlarnir Norður um fjall ikki vera gjørdir áðrenn, og hetta hevur viðført kjak á Facebookbólkinum “Tunlar norð um fjall nú”.

- Summi siga, at tað ger ongan mun, hvar ein landsstýrismaður býr. Teir arbeiða jú fyri alt landið. Kanska tað passar á eini aðrari planet, skrivar ein.

- Nú kann vera nokk! Hvar eru okkara tingfólk úr Norðuroyggjum? Nú eiga vit at fáa nýggjar tunlar, skrivar ein annar.

Brúka útgerðina meðan hon er har
Men landsstýrismannin vissar um at tað ikki fer at seinkað tunlunum Norður um Fjall stórvegis. Tunnilin til Fámjins er stuttur, einans 850 metrar, og hetta kemur helst at taka nakrar mánaðir, so tað fer ikki at ávirka arbeiðið Norður um fjall stórvegis, greiðir hann frá.

- Eingin ivi hjá mær er, at tað er upplagt hjá tunnilsliðnum hjá Landsverki at byrja við Famjinstunlinum, millum annað tí man hevur verkstað í Øravík. Har eru eisini fólk sum hava verið við til at borað tunlar áður, sigur Henrik Old.

Sum skilst er ætlanin ikki at gera tunnilin lidnan beinanvegin, men at fáa borað ígjøgnum meðan útgerðin er í oynni.

Enn er avgerð ikki tikin um tunlarnir Norður um Fjall skulu breiðkast ella um teir skulu borast av nýggjum, men eftir ætlan verða pengar settir av til verkætlanina í 2021, og árið eftir verður veruliga farið í gongd, upplýsir Henrik Old.

Hann sigur tó, at er politiskur vilji um at fara í gong fyrr, verður tað gjørt.

Arbeiðið at gera arbeiðsveg til Hvalbiartunnilin verður boðið út um ein mánaða, og eftir ætlan verður byrjað at bora í 2019.

Les eisini: Fara undir Famjinstunnilin tá Hvalbiartunnilin er boraður ígjøgnum