Lýsingar
Tel: 20 70 70
T-post: lysingar@knassar.fo
Aðrir fyrispurningar verða at senda til
Knassar
Tel: 20 80 80
T-post: knassar@knassar.fo
www.knassar.fo
Bogaskjúttarnir á Gotlandi hava havt einar fantastiskar oyggjaleikir í ár.
Krúnan varð sett á avrikið í dag, tá compound-liðið vann gull í head-to-head liðkappingini, meðan recurveliðið fekk bronsu.
Serliga fyri compound-skjúttan Anju Eydnudóttir hava leikirnir verið ein sigursferð at teimum heilt óvanligu.
Kvinnan, sum luttók á oyggjaleikum á øðrum sinni, var við í fimm kappingum, og vann gull í øllum fimm – reint borð.
Føroyska compoundliðið slapp beinleiðis í hálvfinalurnar, har tey vunnu á Jersey við 183 móti 179.
Í finaluni stóð Guernsey fyri skotum, og her gjørdist føroyski sigurin enn greiðari – 190 móti 173.
Recurveliðið kom beinleiðis í fjórðingsfinaluna, har tey vunnu á Falklandsoyggjum. Í hálvfinaluni taptu føroyingarnir móti Menorca, men dysturin um bronsuna gjørdist ein tryggur føroyskur sigur móti Álandi.