Mynd: Arktisk Kommando

Fara eftir hundum og ognarlutum í Nuugaatsiaq og Illorsut

Steinar Patursson

09.07.2017 - 14:21

Tíðindi > Grønland

Íbúgvarnir í Nuugaatsiaq og Illorsut fara í næstum at fáa nakrar av ognum sínum aftur, og eisini verða hundarnir, ið eru eftir í bygdunum, nú lætnir eigarunum aftur.

Bygdafólkið hevur ikki verið í Nuugaatsiaq og Illorsut, síðan ein flóðalda rakti bygdirnar í juni mánaði, tí at vandi hevur verið fyri fleiri skriðulopum í økinum og sostatt eisini fyri fleiri flóðaldum.

Tá fólk vórðu flutt burtur frá bygdunum, vóru fleiri hundar verðandi, og higartil hevur Arktisk Kommando ambæta hundunum. Men nú farið verður inn í bygdirnar eftir ognarlutum hjá íbúgvunum har, so verða hundarnir eisini lætnir eigarunum aftur.

Íbúgvarnir hava fingið møguleika at gera listar yvir ognarlutir, ið tey fegin vilja hava aftur, og í næstum skal Arktisk Kommando royna at finna lutirnar.

við DR sigur Sivso Dorph frá Qaasuitup kommunu, at tað er serliga riflur og tjóðarklæði, ið íbúgvarnir fegnir vilja hava aftur.

- Nú hava guðstænastur verið fyri teimum, ið lótu lív í flóðalduni, og tey avvarandi vilja gjarna vera í tjóðarklæðunum. Tað hevur ikki latið seg gjørt enn, tí vit hava ikki kunnað fingið fatur í teimum, sigur Sivso Dorph.

Fylgisveinamyndir frá økinum vísa, at stórur vandi er fyri fleiri skriðulopum, og tí er ikki hugsingur um at lata fólk seta búgv aftur í Nuugaatsiaq ella Illorsut enn.