Mynd: Jens Kr. Vang

- Fara fyrst og fremst at raðfesta eldraøkið

Jens Hákun Leo

03.01.2017 - 11:10

Tíðindi > Samfelag & Politikkur > Kommunalpolitikkur

Tað var í dag, at nýggja samgongan í Tórshavnar Býráð við Fólkaflokkinum, Tjóðveldi og Framsókn legði fram samgonguskjalið, ið hon skal arbeiða eftir hesi komandi fýra árini.

Hetta gjørdi hon í býráðshúsinum í Havn.

Tað, sum hendan nýggja býráðssamgongan í Tórshavnar kommunu við Anniku Olsen á odda fer at leggja seg eftir at raðfesta er fyrst og fremst eldraøkið, og fer hon hareftir at virka fyri einum fjølbroyttum og alternativum bústaðarmynstri. Í triðja lagi fer hon, eftir ætlan, at leggja nógva orku í at fáa skúlan á Fløtum gjørdan.

Um politikkin á eldraøkinum hesi komandi fýra árini, sigur AEF-samongan í Tórshavnar Býráð millum annað á soljóðandi hátt í samgonguskjalinum:

- Vit skulu veita góða og tíðarhóskandi tænastu við høgari dygd og trygd, sum sampakkar við tað, ið okkara eldru ynskja.

- Fyri at gera eldraøkið viðkomandi fyri okkum øll sum borgarar og fyri at vekja áhuga og ábyrgdarkenslu, skal dentur leggjast á endurskoðan og nýhugsan í tøttum samstarvi við Eldraráðið, nærumhvørvið, avvarðandi, brúkarar, starvsfólk og fakfólk.

- Samgongan fer at veita Heilsu- og umsorgartænastuni bestu umstøður at samskipa og skapa dygdargóðar og haldførar tænastur, ið kunnu røkka ár fram í tíðina.

- Vit skulu dagføra ellisheim, bústovnar og sambýli og fáa til vega tørvandi búpláss og fáa eina betri heimatænastu. Vit fara at arbeiða miðvíst við at fáa til vega hóskandi vælferðartøkni innan eldraøkið.

- Neyðugt er at útvega fleiri umlættingarpláss til sjúklingar, ið eru liðugt viðgjørdir á sjúkrahúsi, eins og til at lætta um hjá avvarðandi at røktarkrevjandi eldri, ið búgva heima.

- Okkara eldru borgarar hava tørv á ymiskum bústaðarloysnum. Valmøguleikin eigur ikki at vera millum eini stór sethús ella eitt pláss á røktarheimi. Tí er eisini neyðugt beinanvegin at kanna tørvin á íbúðum, vardum bústøðum, umlættingarplássum og røktarheimsplássum.

Nýggja samgongan í Tórshavnar Býráð fer í aðrar mátar at leggja dent á opinleika og gjøgnumskygni, millum annað viðvíkjandi tí, at skráirnar til býráðsfundir, eftir ætlan, nú skulu vera tøkar nakrar dagar áðrenn, býráðsfundur stendur til at vera á skránni.