Mynd: Visualhunt.com

Fara myntir og gjaldskort í søguna? Nets roynir nýggja gjaldsskipan



Veitst tú eina søgu?

Er tað ein søga, sum ikki hevur staðið á Portalinum?
» Send inn

Alda Nielsdóttir

19.04.2018 - 19:48

Tíðindi > Pengar > Gjaldoyra

Fyri nógvum túsund árum síðani byrjaði man at brúka myntir sum gjaldoyra, og áðrenn man fekk gjaldskortið, vóru pengar nakað, man hevði í lummanum. Í hesum døgum brúka fólk sum oftast kort, tá tey eru til handils í staðin fyri at gjalda við reiðum peningi, og nú er man farin eitt stig víðari.

Nets roynir í løtuni eina nýggja skipan í kantinuni á Copenhagen Business School, har goldið verður við fingrinum. Tað er ein skipan, ið skannar æðrurnar í fingrinum.

Jan Damsgaard, ið arbeiðir á CBS og er professari í digitalisering, sigur við DR, at næsta stigið verður andlitsafturkenning, har man verður skrásettur, tá man kemur inn, og so tekur man bara tær vørurnar, man vil hava. Goldið verður, tá man fer út aftur, og so fær man eina kvittan á telefonina.

Ein tílík skipan finnst longu í Seattle í USA, har Amazon hevur latið upp nýggjan kassafrían handil, har man skannar telefonina, tá man fer inn, og so tekur man tær vørurnar, man vil hava. Alt verður skrásett av sensorum og myndatólum, so rætta upphæddin verður trekt av Amazon-kontuni, tá man skannar telefonina aftur á veg út.

Við einari slíkari skipan sleppa fólk frá at standa og bíða eftir at sleppa framat at gjalda við kassan, tá tey eru til handils, og starvsfólkini í handlinum kunnu taka sær av øðrum uppgávum.

Men vilja fólk hava fingraskanning og andlitsafturkenning?

Tað heldur Jan Damsgaard, at tey vilja.

Hentleikar fara fram um óttan fyri eftirlit, sigur hann. Hann heldur, at gjaldskortið og pengar, sum vit kenna teir í dag, eru á veg í søguna. Hann er heilt vísur í, at gjaldskortið fer at hvørva, og pengar eru skitnir og truplir at fáast við, og tá teir einaferð hvørva, fara vit ikki at hugsa so nógv um tað, sigur hann.