Gunvør Balle (Savnsmynd: Jens Kr. Vang)

Fara nú í gongd við musikkskúlan í Havn



Veitst tú eina søgu?

Er tað ein søga, sum ikki hevur staðið á Portalinum?
» Send inn

Tíðindaskriv

29.01.2017 - 10:55

Tíðindi >

Eitt av lyftunum hjá sitandi samgongu var, at Musikkskúlin skuldi byggjast beinanvegin. Og kommunan fer nú beinanvegin í samráðingar við Húsavarðartænastuna, sum hevði lægsta tilboð uppá Musikkskúlan, og vónandi verður ein sáttmáli gjørdur innan 1. apríl, sigur Gunvør Balle, forkvinna í mentamálanevndini.

Kommunan hevur nú - eftir samtyktina í gjárkvøldið av broyttu fíggjarætlanini - tøkar góðar 26 miljónir at fara í gongd við. Býráðssamgongan er samd um, at restin av fíggingini verður játtað í íløguætlanini fyri 2018 og 2019.

Musikkskúlin verður um 2600 bruttofermetrar til støddar við stórum orkesturhøli, sum umframt at vera undirvísingarstað fyri stór kór og orkestur eisini er ætlað til framførslur við upp til 350 áhoyrarum. Øll undirvísingarhøli eru serútgjørd, har serligur dentur er lagdur á bestu ljóðviðurskifti.

Bygningurin er rúmligur og innbjóðandi hjá næmingum og vitjandi, eins og umstøðurnar til leiðslu og starvsfólk eru avbera góðar. Avgjørt er eisini, at skúlin skal hitast við fjarhita.