(Mynd: landsverk.fo)

Fara nú undir Hvalbiartunnilin



Veitst tú eina søgu?

Er tað ein søga, sum ikki hevur staðið á Portalinum?
» Send inn

Ingi Samuelsen

07.06.2016 - 11:55

Tíðindi > Suðuroy - Hvalba

Nú verður farið undir at bora nýggjan Hvalbiartunnil. Í farnu viku varð projekteringin av nýggju hvalbiarfarleiðini boðin út.

Tunnilin verður 2.050 metrar langur og verður úr dalinum í Trongisvági til dalin sunnan fyri Nes í Hvalba, skrivar Landsverk á heimasíðu síni.

Harvið skal 5,6 kilometrar av tilkoyringarvegi gerast. Talan verður um bæði gerð av nýggjum vegi og dagføring av verandi vegi.

Í Trongisvági skal vegur gerast frá tunnilsmunnanum inn til Trongisvágs. Her er ætlanin at fylgja verandi vegi mest møguliga, men ætlanin er eisini at dagføra og lyfta verandi veg til dagsins støði.

Trongisvágsmegin verður talan um 2,4 kilometrar av tilkoyringarvegi, og hvalbiarmegin skal vegur gerast frá tunnilsmunnanum inni í dalinum til vegamótið, har vegurin í dag gongur út í Nes. Hesin tilkoyringarvegur verður umleið 3,2 kilometrar til longdar.

Verkætlanin um nýggja hvalbiarfarleið skal vera klár at bjóða út til arbeiðstøku í fyrru helvt av 2017.