Fara til Portugals við 21 monnum


Veitst tú eina søgu?

Er tað ein søga, sum ikki hevur staðið á Portalinum?
» Send inn



Ingi Samuelsen

21.08.2017 - 10:30

Ítróttur > Ítróttur > Fótbóltur

Hóast møguleiki er at taka 23 mans við til landsliðshópin, sum í komandi viku fer til Porto at spæla móti Portugal, so telur føroyski hópurin bert 21 mans.

Lars Olsen kunngjørdi í dag landsliðshópin til teir báðar komandi dystirnar: Útidystin móti Portugal hósdagin 31. august og heimadystin móti Andorra sunnudagin 3. september.

- Eg havi valt at taka 22 mans út hesaferð. So fáa vit at síggja um vit fáa brúk fyri einum manni í hópin afturat, men hann verður so ikki tikin fyrr enn vit koma heimaftur úr Portugal, segði Lars Olsen á tíðindafundinum.

Harafrurat kemur ein av leikarunum ikki við til Portugal. Tað er veteranurin á landsliðnum, Fróð Benjaminsen úr Víkingi. Fróði Benjaminsen hevur, orsaka av arbeiði, ikki kunnað verið við á landsliðnum seinastu dystirnar.

- Tíbetur kann Fróði vera við okkum aftur. Tó hevur hann ikki møguleika at koma við til Portugals, segði Lars Olsen.

Fegnast um at Róaldur nú er við
Aftur hesaferð eru nakrir leikarar, ið ikki kunnu vera við. Hallur Hansson, Horsens, og Sonni Ragnar Nattestad, Molde, eru framvegis skaddir, tó at báðir nú eru byrjaðir at venja. Somuleiðis hava Páll Klettskarð, KÍ, Finnur Justinussen, Fremad Amager, og Bárður Hansen, NSÍ, eisini verið darvaðir av skaðum. Johan Troest Davidsen, HB, kann ikki vera við orsaka av arbeiði.

Hinvegin, so er Jóan Símun Edmundsson klárur aftur eftir leikbann. Og so hevur Róaldur Jakobsen boðað frá, at hann kann spæla fyri landsliðið aftur eftir at hava verið forðaður orsaka av lesnaði – nakað, sum landsliðsvenjarin serliga fegnast um.

Teir 22 menninir, sum vórðu tiknir út í dag, eru hesir:
Málverjar: Gunnar Nielsen, FH Hafnarfjørður, Teitur M. Gestsson, HB, og Símun Rógvi Hansen, NSÍ.

Verja: Jónas þór Næs, ÍBV Vestmannaoyggjar, Viljormur Davidsen, Vejle, Atli Gregersen, Víkingur, Rógvi Baldvinsson, Bryne FK, Hørður Askham, KÍ, Odmar Færø, B36 og Ári Mohr Jónsson, HB.

Miðvøllur: Kaj Leo í Bartalsstovu, ÍBV Vestmannaoyggjar, Gilli Rólantsson, SK Brann, René Shaki Joensen, Grindavík, Fróði Benjaminsen, Víkingur, Sølvi Vatnhamar, Víkingur, Pól Jóhannus Justinussen, NSÍ, Eli Falkvard Nielsen, B36, Karl Løkin, NSÍ, og Róaldur Jakobsen, B36.

Álop: Klæmint A. Olsen, NSÍ, Patrik Johannesen, B36, og Jóan Símun Edmundsson, OB Odense.

(rættað kl. 11.22)