Ørðaskarð í dag (Vevmynd: Landsverk)

Fara undir Famjinstunnilin tá Hvalbiartunnilin er boraður ígjøgnum



Veitst tú eina søgu?

Er tað ein søga, sum ikki hevur staðið á Portalinum?
» Send inn

Ingi Samuelsen

07.02.2018 - 12:52

Tíðindi > Samfelag & Politikkur > Samferðsla

Ætlanin við at bora tunnil til Famjins verður knýtt at ætlanini við at bora nýggjan tunnil til Hvalbiar.

Henrik Old, landsstýrismaður, upplýsti í tinginum í dag frá, at tá arbeiðið at bora Hvalbiartunnilin verður boðið út, verður eisini biðið um at bora ein nýggjan tunnil til Fámjins.

Hetta segði hann í svari upp á munnligan fyrispurning frá Jacob Vestergaard, tingmanni fyri Fólkaflokkin, sum spurdi eftir ætlanini við tunlinum til Famjins.

Semja er í tinginum um, at stórur tørvur er at bøta um truplu farleiðina til Famjins, og landsstýrismaðurin greiddi tinginum frá, at á Landsverki eru tey eisini sannførd um, at skilabest er at fara í gongd við at bora Famjinstunnilin, beinanvegin, sum Hvalbiartunnilin er boraður ígjøgnum.

Ætlanin við Hvalbiartunlinum eru komnar so mikið langt, at verkætlanarlógin verður borin í Løgtingið fyrsta dagin, upplýsti landsstýrismaðurin.

Hóast ein nýggjur Famjinstunnil eisini krevur egna verklagslóg, so er semja um at tilboðini upp á Hvalbiartunnilin eru treytað av, at tað eisini kemur eitt tilboð upp á Famjinstunnilin.

Flestøll tingfólk, sum høvdu orðið í hesum sambandi fegnaðust um, at tað nú verður farið undir at finna eina loysn á farleiðini til Famjins, har nógvur vindur er á Ørðaskarði og eisini nógvur kavi á vetrartíð.

Ætlanin er at bora ein lutfalsliga stuttan tunnil á 850 metrar, ið verður mettur at kosta á leið 60 milliónir krónur. Harafrurat skulu gerast einir 200 metrar av vegi.