Fara undir nýtt ítróttahús í Fuglafirði



Veitst tú eina søgu?

Er tað ein søga, sum ikki hevur staðið á Portalinum?
» Send inn

Ingi Samuelsen

23.10.2017 - 08:48

Tíðindi > Eysturoy - Fuglafjørður

Ítróttahúsið við fótbóltsvøllin í Fløtugerði í Fuglafirði, verður nú tikið niður fyri at geva pláss fyri nýggjum húsi.

Fuglafjarðar býráð hevur samtykt at fara undir at byggja nýtt hús, og í dag verður farið undir at taka núverandi ítróttarhús niður, og so verður farið undir at grava út fyri nýggjum húsi, upplýsir Fuglafjarðar kommuna.

RTS Contractors skipa arbeiðið. Í sambandi við arbeiðið verður brekkan framvið vøllinum stongd fyri gjøgnumkoyrandi ferðslu meðan arbeiðið fer fram. Í sama viðfangi verður heitt á foreldur, sum hava børn í Barnalund, beint við vøllin, um at brúka vestaru ingdongdina til stovnin og brúka parkeringsøkið fram við kirkjugarðin.