(Mynd: Sverri Egholm)

Farið ikki ov nær nósanum



Veitst tú eina søgu?

Er tað ein søga, sum ikki hevur staðið á Portalinum?
» Send inn

Sverri Egholm

23.01.2018 - 18:29

Tíðindi > Heilsa & Umhvørvi > Náttúra

Seinnapartin eru tað nógv, sum hava verið og hugt eftir nósanum, sum Portalurin skrivaði um fyrr í dag.

Men ein skal ansa eftir at ikki fara ov nær, tí hann kann bíta.

- Nósin sær lítil og fittur út, men um hann bítur kann tað fáa keðiligar avleiðingar, sigur Bjarni Mikkelsen, lívfrøðingur á Náttúrugripasavninum.

- Um man verður bitin kann man fáa eina infektión, og tað er ein av tí keðiliga slagnum, greiðir hann frá.

Nósin er helst sloppin sær á land við Lágukei har, sum Knørraneystið er, farin niðan trappurnar og grulva niðan á bøin omanfyri Müllers Pakkhús.

Sí eisini: Myndir: Nósi komin á land við Müllers Pakkhús

Les eisini: Lítil nósi omanfyri Müllers Pakkhús