Savnsmynd (Mynd: Jens Kr. Vang)

Farin av landinum aftur

Sverri Egholm

21.04.2017 - 19:38

Tíðindi > Lóg & Landaskil > Løgregla

37 ára gamli maðurin, sum mikudagin seinnapartin flýddi úr arrestini í Mjørkadali, er nú farin av landinum aftur. Tað upplýsir Kriminalforsorgin fyri Kringvarpinum.

Hann varð á heysti dømdur í hálvtsætta ára fongsul fyri eitt nógv umtalað heimarán í 2015. Sum skilst hevur alt ikki virkað so væl í fongslunum í Danmark, og tí gjørdi Kriminalforsorgin eina roynd um tað riggaði betri, at hava mannin sitandi inni í arrestini í Mjørkadali.

Men nú verður maðurin altso fluttur av landinum og til Hersted Vester fongsul, har hann skal sita tað, sum er eftir av dóminum.

Funnin í fjósi í Kaldbak
Tað var mikukvøldið um 17 tíðina, at løgreglan fekk boðini frá Arrestini í Mjørkadali um, at ein fangi var rýmdur. Løgreglan setti eina leiting í verk stutt eftir, og leitað var í økinum við Mjørkadal, Kaldbaksbotn og í haganum eystur móti Kaldbak.

Um hálvgun níggju tíðina hósmorgunin boðaði ein løgreglueind frá, at við hjálp frá lokalum borgarum, høvdu teir handtikið tann eftirlýsta persónin í Kaldbak. Maðurin var væl fyri, eftir at hava søkt sær skjól í einum fjósi.