(Savnsmynd)

Farnir undir at spreingja fyrsta pumpubrunnin

Ingi Samuelsen

27.11.2017 - 10:00

Tíðindi > Samfelag & Politikkur > Samferðsla

Arbeiðið við at bora Eysturoyartunnilin er nú komið so langt ávegis, at farið nú verður undir at bora tann fyrsta av íalt fimm pumpubrunnum, sum skulu borast.

Hesin brunnurin verður boraður hvítanesmegin, nú tey eru komin um 1.419 metrar inn har, hóast tey ikki eru farin út undir Kaldbaksfjørð enn. Pumpubrunnurin er eisini orsøk til, at tað ’bert’ vórðu boraðir 40 metrar streymoyarmegin í farnu viku.

Talan er um brunn, har vatnið, ið lekur inn í tunnilin verður leitt í, áðrenn tað verður pumpa út úr tunnlinum. Fyrsti brunnurin hinumegin verður ikki boraður fyrr enn aftan á rundkoyringina undir Saltnesgrynnuni.

Í Eysturoyartunnlinum eins og í Sandoyartunnlinum verða brunnar ávegis oman gjøgnum tunnilin, so at tað slepst undan, at vatnið rennur heilt oman á botn, eins og tað ger undir Vestmannasundi og Leirvíksfirði.

- Um alt vatnið rennur niður á botn, krevur tað størri pumpuorku og meiri streymnýtslu. Tískil er loysnin við ávegis pumpubrunnum umhvørvisvinarligari og bíligari fyri raksturin av tunlinum. Harafturat er minni slit á útgerðina. Samanbera vit við Vága- og Norðoyatunnilin, er bert ein tílíkur brunnur niðast í teimum tunlunum. Tískil eiga nýggju tunlarnir at verða meiri umhvørvisvinaligir og lutfalsliga bíligari í rakstri, skrivar tunnilsfelagið.

Brunnarnir í Eysturoyar- og Sandoyartunlinum verða somikið stórir, at teir rúma alt vatnið, sum lekur inn í tvey samdøgur, uttan at pumpa verður út. Hetta fyri at sleppa undan, at tunlarnir fyllast við vatni, um so er, at streymurin er burtur í eitt longri tíðarskeið, ella at ólag er á pumpuskipanini. Harafturat ber til at pumpa vatnið út bæði á Hvítanesi og í Runavík, og fyri Sandoyatunnilin bæði á Gomlurætt og á Sandoynni. Hetta er ein eyka trygd, um so er at trupulleikar eru við pumpuútgerðini á tí eini síðuni. Hetta er eisini ein betri trygd enn í teimum eldru undirsjóvartunlunum, Vágatunlinum og Norðoyatunlinum.

Eysturoyartunnilin og Sandoyartunnilin verða bygdir soleiðis, at tað í mesta lagið skulu leka 200 litrar av vatni inn um minuttin fyri hvønn kilometur av tunli. Hetta svara til, at tað hvørt samdøgur kunnu leka 3 milliónir litrar av vatni inn í tunnilin. Av tí at pumpubrunnarnir skulu rúma alt vatnið, sum lekur inn í tvey samdøgur, rúma teir 6 milliónir litrar, svarandi til 6.000 rúmmetrar.

Sigast skal, at í tí sum higartil er borað av Eysturoyartunlinum, eru lekarnir langt undir mest loyvda kravinum á 200 litar um minuttin fyri kilometurin, skrivar tunnilsfelagið.