Faroe Islands Translate vunnið heiðursløn í London



Veitst tú eina søgu?

Er tað ein søga, sum ikki hevur staðið á Portalinum?
» Send inn

Tíðindaskriv

22.03.2018 - 20:28

Tíðindi > Vinna & Tøkni > Ferðavinna

Marknaðarátakið "Faroe Islands Translate" hjá Atlantic Airways og Visit Faroe Islands hevur í kvøld vunnið hægstu virðisløn á World Media Awards í London í bólkinum "Travel & Tourism".

World Media Awards er eitt samstarv millum leiðandi miðlar í heiminum, sum til dømis New York Times, Washington Post, Bloomberg, Forbes, Fortune, Newsweek, Time, The Economist, Wall Street Journal og National Geographic.

- Vit eru púra ovfarin av, at vit vinna henda stóra altjóða heiðurin aftur í ár. At heimsins størstu miðlar halda, at vit hava uppiborið heiðurin fyri besta ferðavinnuátak í heiminum tvey ár á rað, er heilt óveruligt. Ein serlig tøkk til allir føroyingar, sum hava hjálpt til við at umseta, sigur Guðrið Højgaard, stjóri í Visit Faroe Islands.

Faroe Islands Translate, sum varð verksett fyri fimm mánaðum síðani, fekk umrøðu um allan heim. Marknaðarátakið snúði seg í stuttum um, at av tí at máttmikla Google hevur ignorerað føroyska málið í Google Translate, gjørdu vit føroyingar bara okkara egnu umsetingarskipan, kallað "Faroe Islands Translate". Fólk kundu skriva, hvat tey ynsktu at fáa umsett, og ein tilvildarligur sjálvboðin føroyingur fekk boðini, tendraði myndatólið á fartelefonini og umsetti beinleiðis.

Tá átakið var liðugt í november, hevði Faroe Islands Translate umsett úr heili 215 málum og gjørt yvir 30.000 unikkar videoumsetingar. Heili 1,3 milliónir hava roynt skipanina.

Árni G. Olsen, sølu- og marknaðarleiðari hjá Atlantic Airways, sigur: “Vit eru sera errin av hesum heiðrinum, men tað mest umráðandi var, at átakið náddi síni mál - at fleiri fólk kring heimin kenna til Føroyar nú og fleiri velja Føroyar sum ferðamál. Hetta leggur ikki einans lunnar undir eina nýggja vinnu í Føroyum, men jú fleiri útlendsk ferðafólk ferðast til Føroyar, jú fleiri ferðamál og lægri prísir kunnu vit bjóða føroyingum.”

Lýsingafyritøkurnar Sansir úr Føroyum og Mensch úr Danmark framleiddu átakið.

- Hugskotið og endamálið við "Faroe Islands Translate" var at skapa eina søgu, sum var so mikið forkunnug, at hon kundi fáa uppmerksemi í altjóða miðlum, sigur Tór Verland Johansen, stjóri á Sansum.

Hann leggur afturat, at umframt at tað er ein góð søga, at lítlu Føroyar enn einaferð fara upp móti stóra Google – og hesaferð teirra Google Translate – so er tað samstundis ein sannroynd, at okkara móðurmál er sera forkunnugt – eisini fyri ferðafólk. At vit hava okkara egna mál er ikki ein sjálvfylgja og ger okkum tískil serstøk og áhugaverd.

- Hesin heiðurin er tí fyrst og fremst til okkara móðurmál og okkara mentan og tískil til okkum øll, sum tosa føroyskt og/ella onkursvegna varða av føroyska málinum. Bæði her heima og uttanlands, sigur Tór Verland Johansen.

Onnur, ið hava vunnið heiðurslønir á World Media Awards í kvøld, eru millum annað Porsche, Shell, UBS, Hennessey, E.on, Warner Brothers og Barilla.