Faroe Petroleum og AkerBP bora í Norðsjónum



Veitst tú eina søgu?

Er tað ein søga, sum ikki hevur staðið á Portalinum?
» Send inn

Jan Müller

27.10.2017 - 10:04

Oljan >


Oljufelagið Faroe Petroleum er eitt av teimum mest virknu feløgunum, tá tað snýr seg um at bora brunnar í Norðsjónum. Nú leggur felagið aftur til brots saman við oljufelagnum Aker BP og fer at bora tveir framleiðslubrunnar á Tambar-leiðini við boripallinum Maersk Interceptor. Endamálið við boringunum er at økja um goymslurnar á Tambar feltinum. Við hesi boriætlanini kann livitíðin hjá Tambar feltinum leingjast munandi.

Hjá Faroe Petroleum í Norra eru tey sera væl nøgd við verkætlanina. Helge Hammer, stjóri sigur við norskar miðlar, at tey fegnast um at kunna betra um livigrundarlagið av Tambar saman við einum undangongufelag sum Aker BP, sum avgjørt hevur livað upp til at standa fyri útbyggingini.

Tambar og Tambar Eystur eru fylgisveinar og liggja 16 km. sunnan fyri framleiðandi Ula feltið í Norðsjónum. AkerBP er fyristøðufelagið, meðan Faroe Petroleum eigur 45%. Útbyggingin fer at kosta 1,7 mia. kr.