Graham Stewart, stjóri í Faroe Petroleum fegnast um seinastu boringina á Brasse. Mynd Energy Voice

Faroe Petroleum skorar aftur í Norðsjónum



Veitst tú eina søgu?

Er tað ein søga, sum ikki hevur staðið á Portalinum?
» Send inn

Jan Müller

26.07.2017 - 12:02

Oljan >


Oljufelagið, sum hevur føroyskar røtur og nógvar føroyskar partaeigarar eisini,Faroe Petroleum, hevur aftur skorað í Norðsjónum. Felagið, sum hevur gjørt rættiliga vart við seg í oljuumhvørvinum í Norðsjónum seinastu árini, kann enn einaferð vísa á góð úrslit í leitingini eftir olju. Eftir at hava gjørt eitt oljufund á Brasse leiðini í norska partinum av Norðsjónum í fjør, kann felagið í dag siga frá, at seinasti metingar- og avmarkingarbrunnurin á hesi somu leið, vísir, at fundið er nógv størri enn higartil mett. Upprunaliga metingin var millum 43 og 80 mill. tunnur. Nýggja metingin sigur millum 56 og 92 mill. Faroe Petroleum eigur 50% av loyvinum, meðan Point Resources eigur hini 50%.

Ein orsøk til, at Brassefundið hevur fingið so nógva jaliga umrøðu, er tann sannroynd, at tað liggur í einum oljuøki við nógvum infrastrukturi, sum fundið, um tað verður útbygt, kann bindast í. Talan er um Brage framleiðslueindina hjá Wintershall og Oseberg hjá Shell. At liggja so tætt við verandi framleiðslur kann gera eina útbygging av Brasse meira lønandi.

Faroe Petroleum kannar nú eina møguliga útbygging, sum er mett at kosta 550 mill. dollarar og kann vera liðug í 2020-21. Graham Stewart, stjóri sigur við altjóða oljumiðlar, at Brasse er ein successøga fyri felagið. Nýggjasta boringin gevur bara jaligar ábendingar. Sjálvt við einum lágum oljuprísi fer ein útbygging at verða lønandi. Faroe Petroleum hevur leitiloyvi í bæði norska og breska partinum av Norðsjónum og vestan fyri Hetland. Felagið er eisini virkið í Barentshavinum. 

Keldur:

Energy Voice

http://www.fp.fo

For additional information on this project, please visit our ProjectsOGP database