Faroe Petroleum við í stórari útbyggingarætlan



Veitst tú eina søgu?

Er tað ein søga, sum ikki hevur staðið á Portalinum?
» Send inn

Jan Müller

19.12.2017 - 21:04

Oljan >

Vit hava seinastu tíðina hoyrt um eitt stórt tal av útbyggingarætlanum fyri olju- og gassfelt á norska landgrunninum. Nú hevur felagið við føroyskum røtrum, Faroe Petroleum, eisini meldað seg í henda ”klubban” og hevur saman við sínum partnarum søkt norsku myndugleikarnar um loyvi at útbyggja Fenja oljukelduna, sum upprunaliga hevði heitið Pil/Bue.

Faroe Petroleum eigur 25% av Fenja oljukelduni, sum varð funnin í í Norska havinum í 2014. Keldan liggur 30 milometrar sunnan og vestan fyri Njord kelduna, har Statoil er fyristøðufelag, og har Faroe Petroleum eigur 7,5%.

Fyristøðufelag fyri Fenja feltið er VNG, sum metir goymslurnar at vera uppá 100 mill. tunnur av olju. Ætlanin er at binda Fenja í stóra framleiðsluskipið á Njord. Útbyggingin er mett at kosta 8-9 mia. kr. og verður hon liðug í 2021. Livitíðin er 16 ár.

Graham Stewart, stjóri í Faroe Petroleum, fegnast um, at teir nú saman við partnarum hava latið inn umsókn um útbygging og sigur, at henda útbygging fer at fáa stóra ávirkan á framtíðina hjá felagnum. Hann sigur, at við ársenda av 2017 stendur Faroe Petroleum við einum íløguprogrammi, sum fevnir um fleiri nýggjar brunnar, har tann fyrsti í nýggja árinum verður Hades saman við oljufelagnum OMV.