Útbyggja fyri 40 mió: Tey fyrstu fáa 4G í 2015



Veitst tú eina søgu?

Er tað ein søga, sum ikki hevur staðið á Portalinum?
» Send inn

Snorri Brend

10.10.2014 - 16:31

Tíðindi > Vinna & Tøkni > Brúkaramál

Føroya Tele er nú farið undir at útbyggja 4G - ella LTE, sum tað eisini eitur. Talan er um dygdarbesta breiðbandsnetið til fartelefonir og aðrar eindir, sum nýta farnet.

Føroya Tele hevur í vikuni sent Fjarskiftiseftirlitinum umsókn, har biðið verður um frekvensloyvi 
til at senda 4G LTE. Harvið byrjar arbeiðið at útbyggja eitt dygdargott 4G-net, sum skal nøkta framtíðartørvin á breiðbandi til fartelefonir, teldlar og aðrar databerandi eindir.

Farbreiðbandið hjá Føroya Tele í dag kallast 3G+, sum roynist sera væl samanborið við líknandi net í øðrum londum. Hetta vísa samanberingar millum netið hjá Føroya Tele og net í øðrum londum.

- Talan er sostatt um eitt net og eina ferð, sum er væl meira støðug enn flest aðrastaðni, sigur Føroya Tele í einum tíðindaskrivi.



UM ALT LANDIÐ
Tørvurin á skjótum og góðum farneti stendur tó ongantíð í stað. Krøvini til datamongd og dataferð 
økjast alsamt, og tí er Føroya Tele farið at gera fyrireikingar til at útbyggja eitt 4G-net um alt landið.

4G er fjórða ættarlið av fartelefoni. 4G-tøknin verður eisini nevnd LTE, har LTE stendur fyri Long 
Term Evolution, sum er ein standardur fyri tráðleyst samskifti av data við høgari ferð til fartelefonir og aðrar databerandi eindir.

Talan er sostatt um eitt nýtt ættarlið av farbreiðbandi til fartelefonir og annað. Enn klárar skipanin 
ikki at handfara talu nóg væl, og tí hevur Føroya Tele valt at varðveita ta tøkni ið longu veitir 2G og 3G um landið. Farnetið hjá Føroya Tele er tískil stórur fyrimunur.

Farnetið hjá Føroya Tele er longu í stóran mun fyrireikað til 4G, og tí er uppgávan at uppstiga netið 
ikki so stór, sum hon annars kundi verið.

4G LTE hjá Føroya Tele verður útbygt komandi árini, býtt upp í tvær ymiskar verkætlanir – eina 
royndarverkætlan og eina útbyggingarverkætlan. Fyrsti parturin snýr seg um at útbyggja 10 støðir í Havn, Klaksvík og Runavík. Útbyggingarverkætlanin snýr seg um at útbyggja LTE til alt landið.

Fyrsti parturin av LTE-útbyggingini verður liðugur í 2015, meðan samlaða verkætlanin at útbyggja til alt landið verður heilt liðug í 2019.

Samlaða íløgan verður góðar 40 milliónir krónur.