Sandoyingum dámdu væl matin, men ikki búmerkið hjá Sea Shephard

Farvæl Sandoy: Shephard-fólkini borðreiddu við búffi og kaffi

Snorri Brend

30.09.2014 - 17:33

Tíðindi > Mentan > Bygdatíðindi

Tað ljóðaði forkunnugt, tá fólk frá Sea Shephard leygarkvøldið bjóðaðu sandoyingum til fráfaringarsamkomu í Undirhúsinum í Skálavík.

Ætlanin var at hava sama tiltak heima á Sandi, men har var stemningur ikki fyri at geva felagsskapinum loyvi til eitt slíkt tiltak.

Men tá dyrnar vórðu lætnar upp klokkan 19 leygarkvøldið í Skálavík byrjaðu bæði ung og vaksin beinanvegin at streyma til tiltakið. Íalt vóru tey eini 30 úr allari oynni til samkomuna.

Frammanundan var greitt, at Shephard-fólkini fóru at borðreiða við eini góðari máltíð – í hesum føri búffi.



Les eisini:
Allir sandoyingar bodnir til plantuføði



Onkur spurdi speirekandi, um talan vaBr um grindabúff. Svarið var, sum vera man, noktandi. Ístaðin fingu tey ein búff úr soyabønum, salati og øðrum grønmeti við eplum afturvið.

- Á borðinum stóð haraftrat kommunalt drekkivatn fyri teimum, sigur ein teirra, ið var við til fráfaringarsamkomuna.

- Jú, hetta smakkaði óføra væl. Onkur av teimum ungu var eitt sindur skeptiskur, men tá tey so settu tenninar í búffin, gleið hann skjótt niðurum.



SJÓRÆNARAR
Endamálið við tiltakinum var at takka fyri summarið, nú átak teirra í ár er at enda komið.

Sum skilst fara Shephard-fólkini av landinum hósdagin, og tí vildu tey soleiðis hava hesa fráfaringarsamkomuna fyri sandoyingum.

Sandoyingum so líkt, so var eisini tíð til eitt prát og nøkur prik her og har.

Undir prátinum fingu gestirnir upplýst, at tey ætla at koma aftur næsta ár. Hetta fekk gestirnar at biðja tey um at taka eitt hensyn næsta ár: At beint burtur skøltin á búmerki teirra.

- Nei, hetta dámar okkum einki, sigur hesin luttakarin. - Hetta deydningahøvdið sær so óhugnaligt út. Tey líktust ov nógv sjórænarum.



SKIFTA STRATEGI
Óhugsandi er ikki at tað kann henda, tí sum tey skiltu á lagnum, ætlar Sea Shephard at skifta strategi komandi ár.

Tey ætla sær helst ikki at standa so trúføst og kika út á hav í illveðri og mjørka, eins og tey eru vorðin kend fyri í summar.

- Hetta fóru tey at broyta. Og tey høvdu eisini lagt merki til, at fólk høvdu hug at smílast, tá tey koyrdu fram við teimum.

Nógv onnur viðurskifti vóru tikin fram hetta kvøldið í Undirhúsinum í Skálavík afturvið einum góðum kaffimunni.

Samkoman byrjaði klokkan 19, og hon mundi vera nærum hálvgumtólv, tá tey seinastu fóru haðani.

- Jú, eg haldi at hetta var eitt gott tiltak, sigur hesin sandoyingurin, sum var í Undirhúsinum í Skálavík leygarkvøldið.