HB og B36 spæla bæði í Gundadali í fjóðringsfinalunum í dag
(Mynd: Jens Kr.Vang)

Favorittarnir eru á heimavølli

Agnar Frederiksen

10.05.2018 - 09:16

Ítróttur > Ítróttur > Fótbóltur

Í kvøld verður greitt, hvørji fýra lið skulu spæla í hálvfinalunum í kappingini um Løgmanssteypið

Í gjárkvøldið var fyrsta fjórðingsfinalan leikt á Argjum. Har vann AB eftir brotssparkskapping ímóti EB/Streymi. AB var annars aftanfyri 2-0 í hálvleikinum, men kom væl aftur inn í dystin og er nú ímillum fýra tey bestu. 

Í dag eru øll trý heimaliðini greiðir favorittar.

14.00: B36 - Skála 
15.00: Víkingur - TB/FCS/Royn 
17.00: HB - B71


B71 úr 1.deild er tað mest undirtippaða av útiliðunum. Oddaliðið í Betri-deildini tekur ímóti, og HB er stórfavorittur at koma í hálvfinaluna.

Suðringar fingu javnleik í Sarpugerði, tá liðini hittust fyri ellivu døgum síðani í Betri-deildini. Og TB/FCS/Royn megnaði eisini at koppa KÍ í 1.umfari í steypakappingini. Men Víkingur, ið hevur verið steypaliðið seinasta seinastu árini, verður tó ein stórur biti at gloypa í dag. 

B36 var í finaluni í fjør, og liðið hjá Jákup á Borg hevur eina góða gongd í løtuni. Mótstøðuliðið Skála vann á 07 Vestur í 1.umfari, og skal í dag royna at skapa eitt yvirraskilsi í fjórðingsfinaluni.

Til ber at fylgja við støðunum á forsíðuni hjá okkum.