Danmark rakk ikki finaluna, men kann við sigri á Fraklandi í dag, tryggja sær eitt bronsuheiðursmerki.

(Mynd: EPA)

Favorittarnir spæla bronsudyst í dag

Agnar Frederiksen

28.01.2018 - 14:48

Ítróttur > Ítróttur > Hondbóltur

Undan hálvfinalunum var eingin ivi: Frakland er greiður favorittur at vinna á Spania, og Danmark hevur sjálvandi favorittleiklutin ímóti Svøríki. Hondbóltsviðmerkjarar og veddingarfyritøkur søgdu tað sama: Tað er nógv sum bendir á, at Frakland og Danmark skulu hittast í finaluni. Men fríggjakvøldið skapti spaniólar og sviar hvør í sínum lagið eitt yvirraskilsi, og nú skulu danir og fraklendingar hittast í bronsudystinum í staðin.

Dramatiska tapið fyri Svøríki tók hart upp á danska hópin. At ikki røkka finaluna ímóti einum skerdum svenskum liðið, var eitt stórt vónbrot. Svøríki var omaná allan dystin, og hóast Danmark á undrunarverdan hátt fekk vent 25-28 til 28-28 í endunum, og harvið sendi dystin í longda leiktíð, so fingu danska verjan og donsku málverjarnar ikki nóg væl fatur á svensku skjúttunum og gjøgnumbrotum. Og í hinum endanum fekk Andreas Palicka pilkað fleiri opnar danskar avslutningar. Svøríki vann 35-34 eftir longda leiktíð.

Danmark hevur skifti út á vinstra bakkinum undna bronsudystinum: Niclas Kirkeløkke kemur inn fyri Peter Balling, og heldur óvæntað fer verjuovastin René Toft út, og málverjin Kevin Møller kemur inn.

Í fronsku leguni sleikja teir eisini sárini, eftir at Spania settu heimsmeistararnar uppá pláss. Frakland tapti við fýra málum, og Spania var eisini væl omaná. Klóka og skjóta spælið við nógum krossingum hjá spaniólum flutti runt uppá annars sterku verjuna hjá Fraklandi, ið til tíðir varð skrødd sundur. Málverjarnir fingu heldur ikki fatur á nógvum, og í hinum endanum høvdu Karabatic og co. tað trupult.

Í dag er møguleiki hjá Fraklandi at reisa seg. Tað verður tó uttan stjørnuskotið úr Barcelona Dika Mem. 20-ára gamli bakspælarin, ið var við at senda U21-liðið hjá Føroyum út í HM-endaspælinum í Algeria seinasta summar, hevur havt eina sera góða kapping. Hann noyddist út við einum skaða í øklinum í fyrra hálvleiki av hálvfinaluni, og er heldur ikki við í dag. 

Danir og fraklendingar fara eftir at fáa eitt heiðursmerki. Hvørgan av liðunum kom á medaljupallin seinast, so ein bronsa hevði verið eitt plástur uppá sárið. Bronsudysturin verður leiktur í Zagreb, og byrjar kl.17.00. Danska TV2 vísir dystin. 

Finalan millum Spania og Svøríki verður bríkslað í gongd kl.19.30. Meira um tann dystin seinni.    






beint nú