Favorittur blakaður úr Tour de France

Sverri Egholm

04.07.2017 - 18:52

Ítróttur > Ítróttur > Súkkling

Tour de France leiðslan hevur tikið avgerð um at tveita súkklaran Peter Sagan úr kappingini. Tað varð upplýst á einum tíðindafundi í kvøld.

Hetta hendir eftir, at hann eftir øllum at døma, hevur givið Mark Cavendish ein alboga í endaspurtinum í dag, so hann datt ógvusliga og tók aðrar við.

- Vit hava valt at koyra Peter Sagan úr Tour de France kappingini, men tí hann var sera vandamikil fyri fleiri í teimum síðstu metrunum av spurtinum, sigur Philippe Marien, umboðsfólk hjá Tour de France.

Peter Sagan, sum vann triðja teinin í kappingini í gjár, var í fyrsta umfarið vrakaður frá dagsins teini, men ein dómsnevnd hevur síðani tá blakað hann úr allari kappingini.

Enn er ógreitt um Cavendish kann halda fram í kappingini.