James Comey, FBI stjóri. Mynd: EPA

FBI farið at kanna samband ímillum Trump og russar

Jens Hákun Leo

20.03.2017 - 16:00

Tíðindi > Uttanlands > Politikkur

Amerikanska samveldisløgreglan FBI er nú, sambært altjóða miðlum, farið í gongd við at kanna, hvørt Russland hevur roynt at ávirka amerikanska forsetavalið, sum var í november í fjør.

Hetta váttar James Comey, stjóri í FBI, í einari hoyring, sum hevur verið í amerikonsku kongressini hesum evni viðvíkjandi.

Hann váttaði somuleiðis, at samveldisløgreglan eisini er í ferð við at kanna, hvørt Russland hevur havt nakað samband við amerikanska forsetan, Donald Trump.

- Hetta er ein kanning, sum er í gongd í verandi løtu, og er hon loynilig, so eg fái ikki sagt meira um, hvønn kanningin umfatar, ella hvat vit hava funnið útav, sigur Comey í hesum sambandi.

Hann vísir í hesum viðfangi aftur, at FBI ella aðrir partar av amerikanska statsapparatinum skulu hava avlurtað Donald Trump, og ávarar í aðrar mátar ímóti at gera ov skjótar niðurstøður, tá ið hann jú, sum nú er, ikki kann úttala seg nærri um málið. Hann veit heldur ikki, nær kanningin verður liðug og niðurstøðan av henni fyriliggur.

Nevndin hjá amerikonsku kongressini hevur ikki funnið prógv fyri nøkrum samstarvi ímillum russar og Trump, og hevur hon eisini sagt, í mun til tað sum Donald Trump sjálvur førir fram, at hon veit, at Trump Tower í New York City, høvuðsskrivstovan hjá amerikanska forsetanum, ikki varð avlurtað undir forsetavalstríðnum í fjør.